Handan listamannin
Frá barnsbeini hevur Livar havt áhuga fyri at tekna, og áhugin vaks øll hansara ungdómsár. Men við tíðini er hann farin at mála, og hesi seinastu árini, hevur hann fingist nógv við málningalist, har hann hevur málað ein hóp av málningum.
Eisini hevur hann gjørt ymiskt annað kreativt, so sum búmerkir, standmyndir og serligar uppgávur innan timburarbeiði, so sum útskeringar úr træi, og staðið fyri at gera ein minnisvarða.
Vit hava leingi gingið við einum ynski um at stovna okkara egnu fyritøku og í 2020 var LivArt sett á stovn.
Høvuðsvinnugreinin hjá LivArt er søla av málningum. Íblásturin til myndevnini eru aloftast tað føroyska, so sum, tann føroyski báturin, tann føroyska náttúran og tað fantastiska ljós- og litspælið, sum er so hugtakandi í Føroyum.
Vit arbeiða eisini í tøttum samstarvi við okkara viðskiftafólk, og á tann hátt tryggja vit okkum, at tey fáa júst tað, tey ynskja.
Umframt málningar, selja vit eisini plakatir og bjóða fyrilestrar, har Livar fortelur um sínar sera spennandi túrar við árabáti um heimshøv.
Eigarar av LivArt eru Svanna Sigmarsdóttir og Livar Nysted.