Handilstreytir
1. Inngangur
LivArt ÍVF
Sundsvegur 37
740 Hvannasund
Føroyar
livart@livart.fo
+298 75 70 75
V-tal: 647454
2. Avtalutreytir og upplýsingaskylda
Tá ið tú rindar fyri eina vøru, skalt tú góðtaka hesar keyps- og veitingartreytir.
3. Trygd í sambandi við keyp
LivArt brúkar Quickpay til at handfara keyp. Quickpay veitir í samstarvi við Nets vissu fyri, at tínar kortupplýsingar verða bronglaðar og sendar beinleiðis til bankan ígjøgnum eitt trygt samband (SSL).
4. Rindan
Tú kanst rinda við hesum gjaldkortum: Dankort/Visa-Dankort, Visa, Visa-Elektron, EuroCard/MasterCard, JCB og American Express.
Upphæddin verður trekt tá ið vøran er avheintað ella send við Posta.
5. Gjaldoyra og kvittan
Allir prísir á LivArt eru í DKK.
Meirvirðisgjald er lagt á allar vørur, ið eru MVG skyldugar. Fyrilit verður tikið fyri prísbroytingum.
Tá ið tú hevur rindað, verður kvittan send á tín teldupost.
6. Vøruveitingar
Vøra hjá LivArt kann avheintast ella sendast við Posta. Postgjald verður lagt oman á vørukostnaðin.
Vit taka fyrivarni fyri seinkingum hjá Posta og hava onga ávirkan á tey viðurskiftini.
Vøran veður vanliga veitt innan 7 dagar.
Er vøran skadd, verður tú biðin um at seta teg í samband við okkum og tú fært eitt nýtt eintak av vøruni.
7. Persóndátur og hagtøl
LivArt brúkar eisini tænastu frá Google Analystics, har nýtsla og nýtslumynstur á heimasíðuni verður skrásett.
8. Annað
Treyt fyri at keypa vøru hjá LivArt er, at tú hevur lisið og skilt hesar treytir.
Hesar treytir eru seinast dagførdar 24.06.2022.