Róðrarferðin er endað

Tað er við ringum tannabiti, at Livar boðar frá, at róðrarferðin er endað.
Tað hevur altíð verið ein stórur dreymur, at gera júst hesa ferðina, so at góðtaka støðuna sum nú er íkomin,
er ikki so lætt hjá honum.
Hetta hevur verið nógv tann harðasta og mest avbjóðandi róðrarferðin Livar hevur roynt, men at vera noyddur at gevast,
var ikki hansara ætlan.

Takk til tykkum øll sum hava stuðla og víst róðrarferðini áhuga

Ein dagsskamtan av mati


Livar verður ofta spurdur, hvat fyri mat man hevur við, til ein slíkan túr. Hann hevur tí gjørt eitt filmsbrot, sum vísir teirra dagsskamtan.

Sum tað sæst í filmsbrotinum, so blívur tað eitt sindur einstáttað, at skula eta tað sama í fleiri vikur og er tað tí ikki løgið, at man saknar ein góðan døgurða til dømis. Í øllum førum, so vil Livar gjarna hava raspa flak tá hann kemur heim.
   


                                                                                                                                                                             

Fort Ross 

Tað var ein heldur baldrut vika í róðrarbátinum, áðrenn tey loksins komu til Fort Ross. 
Í Creswell Bay, kom kavaódn á tey og tann nógvi vindurin gjørdi, at akkerið á Hermione tíverri ikki helt. Tá báturin við nógvari ferð rak inn í eina vík og rakti eina sandgrynnu, tá bleiv stungusvørðið kvett av.
Tíverri fyri hesi eldhugaðu havrógvarar, so vóru tey noydd at brúka motorin, fyri at støðan ikki skuldi gerast verri og fyri teirra egna tryggleika. 
Motorurin bleiv bert brúktur í eina heilt lítla løtu,og gav teimum ongan fyrimun, hvørki viðvíkjandi tíð ella strekki, men fyri teirra egnu heiðursemi og reinlyndi, siga tey frá støðuni.
 
Rógvitúrurin heldur tó áfram og í løtuni eru tey í Fort Ross, sum er eitt sera søguligt stað.
Ætlanin er at byrja at rógva aftur, seinnapartin í morgin, lokala tíð

Dagur 10 umborð á Hermione



17.08.23, var dagurin tá manningin á Hermione, endiliga legði frá landi og rógvingin byrjaði.
Tað gekk sera væl at rógva, og ferðin lá fyri tað mesta um 5 fjórðingar um tíman. Veðrið var ófantaligt hendan fyrsta dagin, og vindurin var nógvur, tó at hann var undan. 
19.08.23 fingu tey mótvind og máttu koyra akkerið út, tí nógvi vindurin gjørdi at tað var ógjørligt at halda kós. 

Síðan tá, hevur tað bæði gingið væl og minni væl at rógva. Tað einu náttina var nógvur stormur og akkerið vildi ikki halda. Hesa náttina stríddust menn av øllum alvi, fyri at koma inn ímóti landið aftur og at rógva nakrar fáa hundrað metrar, tók sera langa tíð.

Í skrivandi løtu, er aftur nógvur vindur og akkerið á Hermione er koyrt út, men so skjótt ættin skiftir, so verður róð aftur.

Tað eru bert 20 fjórðingar til  Fort Ross og har er ætlanin at fara upp á land, sigur Livar. Tað hevur regna sera nógv og eisini hevur tað verið kavarok, so tað eru nógv vát klæðir á kabinuni og av somu orsøk er eisini ráligt og vátt í umborð. Ætlanin er at brúka nakrar tímar í Fort Ross, at rudda og fáa skil á kabinurnar.




Tylot Bay - Bylot Island, Kanada

100 fjórðingar eftir til Pond Inlet.
Skjótt er øll manningin samla og túrurin gjøgnum útnyrðingsleiðina byrjar

Mynd: Livar Nysted

So gongur leiðin vestur í hav

Um 17 tíðina í dag, var loyst frá landið og kósin sett ímóti Pond Inlet í Kanada. 
Enn er nakað av ísi í Pond Inlet, men vónandi verður hann burtur, tá manningarnar á Hermione og Ugly Betty koma framm, um einar tveir dagar ella so.

Nú nærkast til tann sera spennandi rógvitúrin og sum vera man, so er lagið gott á Livar og restina av manningini og gleða tey seg til túrurin byrjar.

Ein dagføring frá Livar

Framvegis nógvur ísur.

"Enn er nógvur ísur við Pond Inlet, og tí vera vit verandi í Grønlandi
í nakrar dagar afturat. Um nakrar dagar, verður nakað av vindi við
Pond Inlet og vit vóna at ísurin fer at brotna, so vit kunnu byrja túrin
ígjøgnum útnyrðingsleiðina skjótt" sigur Livar. 

Bíðitíðin verður brúkt sum frægast.
Millum annað við skjótivenjingum, túrum á landi, og við serligum kaffi, sum Livar vísir her í filmsbrotinum.
                                                     

Ein ólavsøku heilsan úr Grønlandi                                                                                                                         

                                                                                                                                

Manningin á Hermione, komin umborð á Ugly Betty.

Tíðliga mánamorgunin, vóru aftur trupulleikar við motorinum umborð á Hermione.  Umframt motor trupulleikar, var eisini sera nógvur ísur á sjónum og tað bar ikki til at sigla leiðina, sum manningin ætlaði. Tey tóku tí avgerð um, at fara innum oyggina Tukingasoq og tað má sigast at vera ein góð avgerð. Tey vóru ikki meir enn komin í lívd, tá motorurin enn einaferð steðgaði og hesuferð fekst motorurin ikki í gongd aftur. 
Tískil bleiv akkerið kasta og manningin skiftist um at ganga vakt, fyri at ansa eftir ísi sum kom millum oyggjarnar. 

Leven, skiparin á Hermione, hevur gott samband við manningina umborð á Ugly Betty, sum somuleiðis skal gjøgnum útnyrðingsleiðina í ár og tey vóru skjót at bjóða Leven eitt sleip. 

Livar ringdi heim, stutt eftir at tey vóru komin umborð á Ugly Betty og lagið var gott á øllum umborð. Tey sigla nú til Upernavik, har tey fara at royna at fáa ein nýggjan motor, kanna veðurforsøgn og gera klárt at sigla yvirum til Kanada..

Nógvur ísur og enn einaferð motor trupulleikar


Ein dagføring frá Livar, 24-07-23

Livar, saman við bátsfeløgunum Davie Flett og Tuppence Mellish | Mynd: Tuppence Mellish

Rógva millum ísfjøll og ísbjarnir.

05-07-23, høvdu Kári Sólstein og Tróndur Vatnhamar, eina samrøðu við Livar í sendingini summarmorgun. 
Til ber at lurta eftir samrøðuni her:





Mynd: Tuppence Mellish

Ávegis til Upernavik

Eftir nakrar dagar í Aasiaat, eru Livar og restin av manningin nú ávegis til Upernavik. Væntanti fer túrurin til Upernavik, at taka umleið tríggjar dagar

Umframt at fáa motorin at koyra aftur, so blivu dagarnir í Aasiaat brúktir til at turka klæðir og kabinur, tí aftaná tríggjar  dagar í regni, var alt blivið sera vátt. 

Í gjár vitjaðu tey umborð á seglbátinum hjá Kara, John og soni teirra Dean, sum er seks ára gamal. Seglbáturin hevur verið teirra heim, síðan lítli Dean var fimm mánaðar gamal. 
Prátið snúði seg fyri tað mesta um útnyrðingsleiðina, tí kara, John og Dean, hava eisini ætlanir at koma ígjøgnum útnyrðingsleiðina.

Stuttfilmur um ferðina frá Nuuk til Aasiaat.

 

Hermione á veg inn í Aasiaat | Mynd: Jørgin Gaardbo

Trupulleikar við generatorinum.

Ávegis frá Nuuk til Upernavik, fingu tey umborð á Hermione, trupulleikar við generatorinum.
Avgerð var tí tikin um at fara inn í Aasiaat, fyri at fáa motorin afturgjørdan.

Á veg inn í Havnina helt Livar fyri, at tey skuldu koyra tað føroyska flaggið upp, tí um onkur føroyingur var í Aasiaat,
so fór hann allarhelst at koma oman á bátin. Og rætt var! Tann fyrsti maðurin sum tók ímóti teimum, var føroyingurin Jørgin Gaardbo, sum er búsitandi í Aasiaat. 
Jørgin var blíður og sera hjálpsamur og tað var skjótt at hann fekk fatur í einum mekanikara, sum fekk hjálpt Livari og teimum. Motorurin er nú afturgjørdur og í morgin halda tey leiðina framm til Upernavik.

Mynd: Livar Nysted

Komnir til Aasiaat

Um 20 tíðina í kvøld, legði róðrarbáturin Hermione við manning, til kai í Aasiaat. Ætlanin var at sigla beinleiðis til Upernavik, men av ymsum orsøkum , er neyðugt at fara inn í Aasiaat. Hetta frætta vit meir um, tá vit hava tosað við Livar

Veðrið á leiðini | Mynd: Rúni Samuelsen

Manningin á Reginu C 

Í gjár frættu vit frá Rúna Samuelsen, sum er umborð á rækjuskipinum Reginu C, at teir høvdu júst sæð bátin Hermione, har Livar er umborð.

Tað eydnaðist tíverri ikki hjá manningini á Reginu C, at fáa samband við Livar og tíansheldur eina mynd. 
Um veðrið sigur Rúni, at tað var támið, men annars gott veður. 

Umframt Rúna Samuelsen, so eru føroyingarnir Arne Simonsen, Olgar Eysturskor, Alberg Gaardlykke, Børge Sørensen,
Samson Nesá og Kristin Poulsen eisini við Reginu C.


Nuuk 15.07.23

Livar komin umborð

Livar fór úr Føroyum tíðliga fríggjamorgunin og lendi í Nuuk, fyrrapartin í dag.
Í Nuuk skuldu seinastu innkeypini fáast frá hondini og síðan gekk leiðin umborð á Hermione, har tríggir av bátsfeløgunum bíðaðu.
Stutt fyri klokkan 18 í kvøld, løgdu tey so frá landið. Siglt verður fyrst upp til Upernavik og síðan yvirum til Pond Inlet í Kanada. Í Pond Inlet taka tey motorin úr bátinum, og so byrjar tann veruligi túrurin, ein rógvitúrur sum er 3.700 km til longdar.