Mynd: Svanna Sigmarsdóttir

Fyrilestur

Í ár 2000 fór Livar at rógva kapp, og áhugin fyri rógving vaks. Ikki bara fyri føroyskum kappróðri, men eisini fyri havrógving. Í 2003 var fyrsta royndin í havrógving gjørd og síðan tá, hevur Livar verið átta túrar. Bæði styttri og longri túrar. Í fyrilestrinum greiðir Livar frá, hvussu tað er at búleikast í einum opnum havi. Eisini kunnu fyrilestrarnir snúgva seg um, hvussu tú setur tær mál, og hvussu tú kanst røkka málinum, tú hevur sett tær. Fyrilestrarnir eru spennandi, stuttligir og gevandi, og teir verða lagaðir eftir málbólkinum.

Í 2020 fekk Livar staðfest ADHD. Tilgongdin til útgreinan og staðfesting hevur verið drúgv, og tað hava verið løtur har Livar ivaðist í, um útgreining var nakað fyri hann. Tó kann hann í dag staðfesta, at hann tók røttu avgerð.

Sostatt bjóðar Livar eisini fyrilestur um lívið við ADHD og hvussu tað gjøgnum alt lívið hevur merkt hann og hansara avgerðir. Hann fortelur opið og ærligt um,
hvørja ávirkan tað hevur havt og hvussu tað eisini hevur
havt nógvar øðrvísi upplivingar við sær, har ímillum havrógving.