Føroyska kvinnan
Mangan verður sagt "Teir løgdu lunnar" og tað hava teir/mennirnir sanniliga eisini gjørt.
Men tá tað er sagt, so er eingin ivi, at tær tyngstu byrðarnar ið eru bornar, eru bornar av føroyskum kvinnum. Nógvar vóru tær, í sótu eftir við børnum, tá báturin ikki vann upp land. Tann stóra sorgin, og stúranin fyri børnum og framtíðini, hevur veri ein øðilig byrða.
Doyði konan, áðrenn børnini vóru komin undan, so hendi tað øgiliga ofta, at børnini vóru koyrd út til onnur at uppfostra.
Hettar vísir bara, hvussu sterk tann føroyska kvinnan er, ella hvussu veikir vit menn eru.
Eisini í dag, er føroyska kvinnan, ein sera sterk kvinna. Hóast umstøðurnar í Føroyum eru broyttar, so er tað ofta kvinnan, sum umframt at hava fulltíðar arbeiði, eisini eigur stórsta leiklutin í heiminum. Tað er sostatt hon, sum fær alt at ganga upp í eina hægri eind.
Hendan plakatin, er ein heilsan til allar føroyskar kvinnur, sum eru og hava verið.